BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Barnaverndartænastan

Nýtt samstarv um barnavernd

1. januar 2015 fóru Vestmanna-, Eiðis, Kvíkvíkar og Sunda kommunur undir nýtt samstarv um barnaverndartænastu sambært galdandi lóg sum barnavernd. Nýggja barnaverndartænastan eitur Barnaverndarænastan í VEKS.

Barnaverndartænastan er sett saman av tveimum pørtum: barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd. Barnaverndar-umsitingin húsast í hølunum hjá Sunda kommunu á Oyrarbakkavegi 3 á Oyrarbakka.
 

Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 667271 í vanligari arbeiðstíð. Aðrar tíðir svarar vakttelefonin hjá barnaverndartænastuni, tlf. nr. 297200.Teldupostur: bvt@sunda.fo. 3 fólk starvast á Barnaverndartænastuni í VEKS. 

Barnaverndarnevndin er mannað við fólki úr teimum samstarvandi kommununum.
Í nevndini sita: 

Lau Jensen, formaður (Eiðis kommuna)
Jóna Borgarlíð, varaforkvinna (Vestmanna kommuna)
Joan Vang, nevndarlimur (Vestmanna kommuna)
Siri Joensen, nevndarlimur (Kvívíkar kommuna)
Marsanna Ei. Tummasardóttir, nevndarlimur (Sunda kommuna)

Arbeiðið við barnavernd skal tryggja, at børn, sum liva undir við viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Miðað verður eftir, at munagóð fyribyrgjandi tiltøk kunnu setast í verk í samstarvi við foreldrini, so trupulleikarnir verða rættaðir áðrenn teir gerast tyngjandi í gerandisdegnum.

Barnaverndartænasturnar kring landið arbeiða í tøttum samstarvi við Barnaverndarstovu Føroya, ið hevur ein samskipandi og ráðgevandi leiklut

Barnaverndarstova Føroya
http://www.bvs.fo/