BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
-
KORT
VEÐRIÐ
Alment harukvøld í Vestmanna
06.03.2015
Mikukvøldið
11. mars kl. 20:00
Verður alment
harukvøldi í Fiskivinnuskúlanum
Skrá:
· Eyðfinn Magnussen: Úrslit frá haruskjótingini í Føroyum 2014.
Lítil steðgur
· Eyðfinn Magnussen: Haruskjóting í Vestmanna – Úrslit og prísir á haruhøgunum.
· Jógvan Durhuus og Petur Højgaard: Greiða frá haruskjóting á Dølum.
------------------------------------------------------------
Alment Í samband við, at frágreiðingin ‘Haruveiðan í Føroyum 2014 og annað tilfar um føroysku haruna” nú er komin út, verður skipað fyri einum harukvøldi á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna . Tiltakið verður 11. mars kl. 20:00. Har fer Eyðfinn Magnussen á leggja úrslitini fram frá kanningini. Eyðfinn fer eisini at vísa nøkur úrslit um haruskjóting í Vestmanna og hvussu veiðan hevur hilnast í teimum ymisku hagunum tey seinru árini. Eisini ferð hann at vísa, hvat haruhagarnir í Vestmanna eru seldir fyri á uppboðssølu, líka frá 1966 til nú. Aftaná fara teir báðir Vestmeningarnir Jógvan Durhuus og Petur Højgaard, sum báðir nú eru búsitandi í Havn, at greiða frá haruskjóting í Vestmanna. Teir báðir hava í nógv ár skotið harur í Dølum. Í 2013 hevði Jógvan “gullbrúdleyp” sum harumaður. Hetta var hansara hálvtrýssinstjúgunda ár, har hann skeyt harur á Dølum, og hetta varð hátíðarhildin um kvøldið í húsinum, sum teir hava bygt í haganum.
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)