OGNIR TIL SØLU - NÝTT

Ognir í Vestmanna til sølu

LEYS STØRV

Forsíða

rss
15. Mai 2013

Útivikan 2013

Vestmanna Kommuna bjóðar øllum áhugaðum at vera við í Útivikuni 2013, sum verður 20. – 26. mai. Í ár verður skipað fyri 5 gongutúrum í Útivikuni. Gongutúrarnir hava ymisk mið, men felags fyri teir allar er, at teir eru úti í vøkru náttúruni

13. Mai 2013

Familjulega í Nesvík 7. - 9. juni 2013

Vestmanna Kirkja bjóðar til familjulegu í leguhúsinum í Nesvík7. – 9. juni 2013. Ætlanin við leguni er, at fólk í øllum aldri kunnu vera saman eitt vikuskifti í hugnaligum umhvørvi og góðari samveru. Eitt barnavinarligt umhvørvi - eitt stað fyri øll :-) Skráin

02. Mai 2013

Vestmanna-dagar

Í døgunum 20.-22. juni verður skipað fyri Vestmanna-døgum. Talan er um eitt trivnaðar- og mentanarátak, sum skal styrkja um samanhaldið millum vestmenningar í øllum aldri. Hugni og upplivingar vera í fremstu røð og ætlanin er, at flestu tiltøkini skulu vera ókeypis. Tiltøkini hesar dagarnar

02. Mai 2013

Bátastevnan 2013

Bátastevna verður í Vestmanna vikuskiftið 24.- 25. mai. Tað var í mai mánað 2002, at vestmenningar á fyrsta sinni skipaðu fyri Bátastevnu. Í ár verður stevnan hildin leygardagin hin 25. mai. Skipað verður fyri nógvum ymiskum tiltøkum fyri børn, ung og vaksin á Bátastevnuni.

02. Mai 2013

Kommunuskatturin í apríl 2013

Vestmanna Kommuna fekk meira í kommunuskatti í apríl 2013 enn sama mánaða í 2012. Í apríl 2013 fingu vit kr. 2.932.651 í mun til kr. 2.820.525 í apríl 2012; vøksturin er kr. 112.126, svarandi til 3,98%. Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil

30. Apr 2013

Ogn til sølu

Um hóskandi boð fæst verður ognin matr. nr. 187a seld. Ognin liggur við Bøgøtu í Vestmanna og er 1180 m2 til víddar. Ognin liggur sum sethúsaøki í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu. Møgulig boð skulu sendast til: Vestmanna KommunaBakkavegur 16Postboks 91355 Vestmanna

25. Apr 2013

Partille Cup 2015

Frá VÍF:Til allar familjur í Vestmanna, sum eiga børn, sum spæla við VÍF árg. 2004-2003-2002-2001-2000-1999 VÍF hevur ætlanir um at skipa fyri at fara til Partille Cup í Svøríki 2015 Ætlanin er at fara við: gentum 12 ár / 14 ár / 16 árdreingjum

24. Apr 2013

Flaggdagshaldið 2013

Flaggdagshald verður uttanfyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl '12 kl. 15.30. Pauli T. Petersen, borgarstjóri, heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur. Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning. Tá ið rennararnir eru farnir avstað,

Síða 1 av 106: <<...< 12345 >...>>

Tíðindasavn